placeholder
Uttanlands

Tey fyrstu flutt aftur til Seyðisfjarðar

Stórar oyðileggingar eftir skriðulop fríggjadagin

(Mynd: mbl.is)

(Mynd: mbl.is)

2020-12-21 13:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Yvir 300 av íbúgvunum í Seyðisfirði á Eysturlandinum hava nú fingið loyvi til at venda aftur til heim teirra, skrivar Morgunblaðið. Tey vórðu flutt úr býnum fríggjakvøldið eftir at eitt skriðulop rakti minst 11 hús.

Tey, sum nú hava fingið loyvi til at venda heimaftur eru tey, ið búgva longst frá sjálvum lopinum.

Til alla eydnu komu ongi fólk til skaða av ógvusligu skriðulopunum, men fleiri máttu renna burtur fyri at sleppa undan skriðunum.

Íbúgvarnir, sum búðu tættast lopinum, tað er á suðursíðuni av fjørðinum – 276 fólk tilsamans, mugu framhaldandi halda seg á Egilsstøðum, til greiða er fingin á støðuni, skrivar Morgunblaðið.

Umframt teir 305 fólkini, sum nú eru vend heimaftur, eru umleið 50 bjargingarfólk, løgreglufólk og fólk frá Reyða Krossi í býnum. Verjuskipið Týr er eisini á Seyðisfirði fyri at halda eyga við rørslum á fjallasíðunum. Ljóskastarar á skipinum verða brúktir fyri at lýsa upp á fjallið.

Ravmagnið er komið aftur, og ein hjálparstøð verður eisini sett upp at veita íbúgvunum nýðuga hjálp og vegleiðing.

Skriðulopini hava so at siga broytt tann partin av býnum, ið kallast Búðareyri, og skaðin er stórur. Mett verður við, at skaðarnir leypa seg upp í eina milliard íslendskar krónur, umleið 50 milliónir danskar. Millum oyðiløgdu bygningarnar er eitt tøknisavn, Teikniminjasafn Austurlands, og skipasmiðjan, sum var partur av savninum.

Millum oyðiløgdu húsini eru eisini eldri søgulig hús, ið nýliga eru umvæld, skrivar Morgunblaðið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder