Innanlands

Tey fyrstu úrslitini benda á Onnu og Sjúrð

Tey fyrstu 16 smáu valstøðini geva Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum umboð á danatingi

2022-10-31 20:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Longu nú sær út til at vera greið boð um, at tað verða Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, sum klára seg best á ávikavist sambands- og javnaðarlistanum.

Tað eru bert smá valstøð, sum eru komin inn enn, og metingin fyri hesa grein er gjørd eftir 16 valstøð. Men tendensurin sær rættiluga markantur úr.

Eftir tey fyrstu 16 valstøðini – svarandi til 1,9 prosent av atkvøðunum – standa Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin til at vinna við ávikavist 32,6 og 27,6 prosentum av atkvøðunum.

Av teimum 175 atkvøðunum til javnaðarlistan, hevur Sjúrður Skaale fingið 106 og av teimum 148 atkvøðunum, sum sambandslistin higartil hevur fingið, hevur Anna Falkenberg fingið 41 meðan Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen koma hereftir við ávikavist 27 og 21 atkvøðum.

So higartil bendir okkurt á, at veljarakanningin, sum Portalurin og Spyr.fo gjørdu í síðstu viku sær út til at halda.

Men enn er langt á mál  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder