Uttanlands

Tey nærmastu bóru ótta fyri Donald Trump

Tað stóð illa til við Donald Trump eitt skifti, men nú er hann í batningi og roknar við at vera birgur aftur skjótt

Forsetin til arbeiðis í Hvítu Húsunum

Forsetin til arbeiðis í Hvítu Húsunum

2020-10-04 08:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nærmastu ráðgevararnir hjá Donald Trump, forseta, stúrdu álvarsliga fyri heilsuni hjá forsetanum eftir at tað var staðfest, at hann var raktur av covid-19, tí heilsustøðan gjørdist munandi verri.

Tað sigur starvsfólkastjórin í Hvítu Húsunum, Mark Meadows, ið er ein av nærmastu starvsfólkum forsetans, sambært dpa tíðindastovuni.

- Hann hevði fepur og súrevnisinnihaldið í blóðinum bara minkaði, sigur Mark Meadows.

Hann upplýsir ikki hvussu álvarslig súrevnisstøðan var. Men leggur afturat, at eftir hvøkkin fríggjadagin, er Donald Trump komin seg væl aftur.

Leygarnáttina varð hann lagdur inn á eitt hernaðarsjúkrahús í Maryland. Í fyrsta videobrotinum frá sjúkrahúsinum fortelur forsetin, at hann hevur havt stóra framgongd síðan hann varð innlagdur.

- Eg kom higar, og eg hevði tað ikki gott.

- Eg havi tað munandi betri nú. Vit arbeiða hart fyri at fáa meg frískan aftur, sigur Trump í filmsbrotinum, sum hann legði út á Twitter í nátt.

Persónligi læknin í Hvítu Húsunum, Sean Conley sigur, at koronarakti forsetin ikki hevur fepur longur, og er í batningi. Honum tørvar ikki at fáa súrevni meira.

Men vandin er ikki av enn, leggur læknin afturat.

- Hóast hann ikki er frískur enn, so síggja vit ljóst upp á støðuna. Forsetin hevur arbeitt tað mesta av seinnapartinum, hevur verið frammi og gingið runt í sjúkrahússvituni uttan trupulleikar, sigur læknin.

Eisini forsetafrúan, Melania Trump, hevur fingið korona.

Trump sigur í filmsbrotinum á Twitter, at hon klárar seg væl. Tað er 24 ár millum tey bæði, og Trump vísir á, at tað kann vera ein av orsøkinum til, at Melania Trump er rakt nógv mildari enn hann.

Harumframt eru minst 10 onnur fólk, sum starvast í Hvítu Húsunum, ella nýliga hava verið har, rakt av koronavirusinum. Somuleiðis tríggir journalistar við tilknýti til forsetaborgina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder