Uttanlands

Tey radikalu leingja freistina til hósdagin

Fólkatingið verður sett í dag – eygleiðarar vænta, at Mette Frederiksen bíðar til í morgin at skriva út nýval

Metta Frederiksen avmyndað til fólkatingssetanina í fjør (Mynd: EPA)

Metta Frederiksen avmyndað til fólkatingssetanina í fjør (Mynd: EPA)

2022-10-04 06:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Skriva út val tá fólkatingið verður sett, annars koma vit við einum misálitið. Soleiðis hava boðini frá radikala flokkinum ljóðað til donsku stjórnina leingi.

Í dag verður fólkatingið sett, men tað er ikki vist, at tað verður í dag, at Mette Frederiksen, forsætisráðkvinna, skrivar út nýval.

Tey radikalu hava longt freistina eitt sindur, skrivar Danmarks Radio.

- Sjálvur dagurin hevur onki at siga fyri meg. Og eg staðfesti eisini, at fleiri viðmerkjarar hava sagt, at tað verður mikudagin, at valið verður útskrivað. Tað er fínt við okkum, sigur politiski leiðarin hjá teimum radikalu, Sofie Carsten Nielsen, við Ritzau.

Hóttanirnar hjá teimum radikalu er ein avleiðing av minkamálinum og teirri frágreiðing, sum serliga minkanevndin kom við fyrr í ár. Her varð staðfest, at Mette Frederiksen var komin við villeiðani upplýsingum á einum tíðindafundi í 2020.

Setanarrøðan hjá Mette Frederiksen kemur til viðgerðar í fólkatingssalinum eftir ætlan hósdagin. Er val ikki tá útskrivað áðrenn tað, fara tey radikalu at koma við einum misálitisuppskoti, sum fólkatingið so skal atkvøða um sama dag.

Fólkatingsárið byrjar í dag við, at forsætisráðkvinnan heldur sína setanarrøðu. Undan fundinum verður gudstænasta í Christiansborg slotskirkju. Sjálvur fundurin byrjar á middegi, tað er kl. 11 føroyska tíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder