Uttanlands

Tey Radikalu skulu hava nýggjan leiðara

Sofie Carsten Nielsen fekk ikki stuðul frá veljarunum – persónligu atkvøðurnar verða taldar í dag

Sofie Carsten Nielsen (Mynd: EPA)

Sofie Carsten Nielsen (Mynd: EPA)

2022-11-02 15:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Dramatikkurin í sambandi við fólkatingsvalið í Danmark heldur fram í dag.

Tað er soleiðis, at tær persónligu atkvøðurnar ikki verða taldar upp fyrr enn dagin eftir sjálvt valið, og tí vita danir ikki fyrr enn seinni í dag, hvør kemur at manna nýggja fólkatingið.

Og gjøgnum dagin í dag verða so søgurnar bornar um teir politikararnar, sum verða nývald á ting, og ikki minst um tey, sum ikki fáa afturval.

Ein teirra er oddakvinnan hjá flokkinum Radikale Venstre, Sofie Carsten Nielsen. Hetta var hon, sum kravdi av Mette Frederiksen, at hon skuldi skriva út nýval.

Í dag kundi Sofie Carsten Nielsen so staðfesta, at hon ikki hevur fingið neyðugan stuðul frá veljarunum. Tí boðaði hon seinnapartin frá, at hon leggur frá sær sum politiskur leiðari fyri flokkin, sum sostatt skal hava nýggjan leiðara.

Og tað var eisini orsøkin til, at tað var næstformaðurin í flokkinum, Martin Lidegaard, sum vegna tey radikalu fór á vitjan á Amalienborg í dag í sambandi við drotningsumfarið.

Tá Sofie Carsten Nielsen kom við fráboðanini í dag, var tað ikki endaliga greitt, um hon var afturvald ella ikki á fólkating. Men hon kundi ásanna, at undirtøkan fyri henni fór at vera so mikið lítil, at hon ikki helt seg kunna halda fram sum politiskur leiðari í flokkinum, skrivar dr.dk.

[object Object]Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri. Varð ikki valdur á ting (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Uttanríkisráðharrin dumpaði

Ein onnur søga í dag er, at sitandi uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod, ikki verður valdur á fólkating.

Jeppe Kofod var ikki tinglimur – hann stillaði ikki upp til fólkatingið seinast. Men Mette Frederiksen valdi at taka hann heim úr einum sessi í ES-tinginum fyri at útnevna hann til uttanríkisráðharra. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder