Uttanlands

Tey reyðu vinna eisini Umboðsfólkatingið

Við republikanskum meiriluta í báðum kømrunum í kongressini fær Donald Trump góðar møguleikar fyri at fáa sín politikk ígjøgnum

Komandi forsetin, Donald Trump, hitti republikansku limirnar í Umboðsfólkatinginum á einum fundi í Hyatt Regency hotellinum í Washington D.C. mikudagin (Mynd: EPA)

Komandi forsetin, Donald Trump, hitti republikansku limirnar í Umboðsfólkatinginum á einum fundi í Hyatt Regency hotellinum í Washington D.C. mikudagin (Mynd: EPA)

2024-11-14 09:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Longu á valkvøldinum hevði Donald Trump á orði, at alt bendi á at republikanski flokkurin eisini varðveitti meirilutan í Umboðsfólkatinginum.

Men hetta er ikki endaliga váttað fyrr enn nú, tað er greitt at republikanararnir hava vunnið 218 sessir og harvið meirilutan, skrivar AP tíðindastovan.

Enn vantar í at finna seinastu níggju av teimum 435 sessunum, men um fyribils úrslitini halda, fáa republikanararnir ein lítlan meirilutan á tríggjar sessir fleiri enn demokratarnir í Umboðsfólkatinginum, skrivar dr.dk.

Saman við valúrslitinum fyri senatið merkir tað, at Donald Trump hevur meiriluta í Kongressini.

Tvey kømur eru í amerikansku kongressini. Í Senatinum sita tvey umboð, senatorar, fyri hvønn av statunum, og í Umboðsfólkatinginum velja statirnir umboð samsvarandi fólkatalinum.

Øll amerikansk lóggáva skal gjøgnum Kongressina, og harvið samtykkjast í bæði Senatinum og Umboðsfólkatinginum. Við republikanskum meiriluta í báðum kømrunum nú fær nógv betri møguleikar at fáa sín politikk ígjøgnum.

Henda støða kann broytast um tvey ár tá  miðskeiðisval verða til Kongressina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder