Uttanlands

Tey trúðu hann skemtaði: Skemtari doyði á pallinum

Stand-up skemtarin Ian Cognito gjørdist 60 ár

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2019-04-13 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 60 ára gamal skemtari – sokallaður ’stand-up comedian’ – doyði hóskvøldið á pallinum meðan hann upptraðkaði á eini barr í Bicester.

Skemtarin hevði frammanundan skemta við egna deyða sínum: ”Ímyndið tykkum, at eg doyði her á pallinum”, skal hann hava sagt.

Tí hildu áhoyrararnir, at hann skemtaði, tá hann setti seg á ein stól og, ja, doyði. Fólkini í salinum hildu áfram at flenna, skrivar BBC.

Tað gingu fleiri minuttir áðrenn salurin varnaðist, at skemtarin, Ian Cognito, var deyður fyri eygunum á teimum.

Fyrireikarin av tiltakinum sigur, at Ian Cognito undan framførsluni hevði gramt seg um, at hann ikki hevði tað so gott, men hann vildi ikki hoyra talan um at avlýsa.

- Ikki bara eg, men øll í salinum vóru sannførd um, at hann tvætlaði. Sjálvt tá eg fór upp og nart við armin hjá honum, roknaði eg við at hann fór at siga ”boo”, sigur fyrireikarin, Andrew Bird við BBC.

Tveir sjúkrarøktarfrøðingar vóru til staðar ísalinum, og fóru undir fyrstuhjálp til sjúkrabilurin kom fram. Men á sjúkrahúsinum staðfestu læknarnir, at skemtarin var deyður á pallinum.

Cognito æt í veruleikanum Paul Barbieri og hevur upptraðkað á smærri pallum í Onglandi við skemti sínum síðan miðskeiðis í 1980’unum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder