Innanlands

Tey ungu kunnu koppsetast fyrr enn ætlað

Í næstu viku verður latið upp fyri at allir aldursbólkar niður í 16 ár kunnu bíleggja sær tíð til koppseting

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-05-24 16:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú fáa fólk í aldrinum 16-44 ár tilboð um koppseting. Nýggj sending við koppingarevni kemur til landið mikukvøldið 2. juni, boðar koppsetingarbólkurin frá á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum.

Tað merkir, at tá fólk aftur í næstu viku fáa tilboð um koppseting, verður tað í øllum aldursbólkum.

Vegleiðingin um, hvør kann koppsetast, verður nevniliga víðkað. Hetta inniber, at fólk millum 16 og 44 ár nú fáa tilboð um koppseting. Ung eru í øktum vanda fyri at verða smittað við Covid-19 og harvið smitta onnur. Nú fáa tey møguleika fyri at verða koppsett fyrr enn ætlað.

Eftir upprunaligu koppingarætlanini var aldursbólkurin 16-24 ár tann síðsti, sum fekk tilboð um koppseting, men nú er avgjørt, at øll millum 16 og 44 ár skulu hava møguleika at bíleggja tíð til koppseting.

Fólk 45 ár og eldri, sum ikki enn hava latið seg koppseta, hava sjálvandi eisini møguleika at bíleggja tíð til koppseting, sigur koppsetingarbólkurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder