Innanlands

Tey ungu skulu viðgera 13 uppskot í dag

Teir 32 næmingarnir, sum manna tingið komandi dagarnar, skulu m.a. viðgerða yvirtøku av landslæknaembætinum og farsóttarlógina, privatbúskap sum lærugrein í 9. flokki, og pantingarskipan til burturkast úr plasti

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-07 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag og í morgin er ungdómsting á skránni, tá næmingar í framhaldsdeildini í fólkaskúlanum manna løgtingið.

Tilsamans 32 næmingar úr Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Kollafjarðar skúla, Runavíkar kommunuskúla, Skúlanum á Fløtum, Skúlanum á Giljanesi, Tvøroyrar skúla, og Vágs skúla luttaka á ungdómstinginum.

Í dag verða framløgur og nevndarviðgerðir á skránni. Á dagsins tingfundi, sum byrjar nú klokkan 10, eru 13 uppskot til viðgerðar.

Millum teirra eru uppskot um at yvirtaka landslæknaembætið og farsóttarlógina, uppskot um at fáa privatbúskap sum lærugrein í 9. flokki, uppskot um at gera pantingarskipan til burturkast úr plasti, uppskot um at tryggja ungum borgarum í øllum kommunum eitt frítíðarkort, og uppskot um at gera tað lættari hjá gentum og kvinnum at fáa fatur á mánasjúkuvørum.

Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Ungdómstinginum her.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder