Innanlands

Tey ungu sleppa skjótari framat til koppseting

Hetta kom fram á tíðindafundinum fyri løtu síðani. Ein orsøk er, at nógv ung verða smittaði við koronu. 13.000 skamtir koma væntandi komandi dagarnar

Bjarni á Steig var ein av teimum, ið tosaði á tíðindafundinum. Hann segði millum annað, at fyri einum ári síðani, var ikki hugsningur um, at koppsetingin kundi nýtast í stríðnum móti koronu so skjótt. Eisini vísti hann á, at atburðurin hjá teimum ungu hevur gjørt jaligan mun í koronastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarni á Steig var ein av teimum, ið tosaði á tíðindafundinum. Hann segði millum annað, at fyri einum ári síðani, var ikki hugsningur um, at koppsetingin kundi nýtast í stríðnum móti koronu so skjótt. Eisini vísti hann á, at atburðurin hjá teimum ungu hevur gjørt jaligan mun í koronastríðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2021-05-14 14:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á koronutíðindafundinum í Kringvarpinum fyri løtu síðani staðfesti løgmaður Bárður á Steig Nielsen, at koronugongdin í Føroyum er góð - serliga tí at man skjótt hevur bart smittuna niður, tá hon hevur rakt, og tí at so nógv eru koppsett nú.

Fyrr í vikuni varð staðfest, at beint undir ein triðingur av íbúgvunum í Føroyum hevði fingið fyrru koppsetingina, og í dag segði løgmaður, at 13.000 skamtir koma væntandi komandi dagarnar.

Í min til koppseting, eru tað í løtuni øll sum eru 45 ár og eldri, ið hava møguleikan at verða koppsett fyri koronu í Føroyum. Men skjótt sleppa yngri framat. Boðað varð frá, at "tey ungu" sleppa longur fram í køðini - tey verða koppsett samstundis sum eldri aldursbólkar. 

Júst hvør aldursbólkur talan er um, nær tey sleppa framat, og hvør so "fer afturum" varð ikki gjørt greitt. Viðvíkjandi orsøkini til avgerðina varð sagt, at tað vísur seg, at tað sæst kring heimin at nógv ung fólk - ofta í aldrinum til 20-29 - eru tey sum oftast verða smittaði við koronu, og at hjá summum er talan um álvarsligar tilburðir. Eisini vístu Bárður á Steig Nielsen og Bjarni á Steig á, at tey ungu hava mist sera nógv tað seinasta árið, og tey hava uppiborið eina fríari tilveru.

Annars varð ikki so nógv kunngjørt á tíðindafundinum. Tó er nú greitt, at tilmæli um sóttarhald er linkað, og at tað framvegis valdar stór óvissa er um stór tiltøk í summar.

Les eisini: Linka sóttarhalds tilmæli - framvegis bert 500 kunnu savnast

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder