Mentan

The Antonelli Orchestra á Voxbotn

Tey fara at hjúkla um okkara oyru í summar, og tey fara at hava eina røð at kendum sangarum við sær á pallin. Hesi verða kunngjørd í næstum

2021-08-07 18:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tú hevur mangan sæð tey í sjónvarpinum. Tað eru tey, sum vanliga framføra tónleik til alskyns sendingar, so sum “Vild med dans” og “Toppen af poppen”. Og felags fyri allar framførslurnar er, at tær allar eru í serflokki. Tey hava nú váttað at luttaka á Okkara Voxbotn 20/21, tann 20. og 21. august.

Eyðkenni við The Antonelli Orchestra er, at tey taka tónlistarliga uppgávur á seg, sum ongin annar torir at fara í holtur við. Sama um tey skulu framføra sambatónleik ella feskan popptónleik, verður uppgávan loyst til UG.

Tey fara at hjúkla um okkara oyru í summar, og tey fara at hava eina røð at kendum sangarum við sær á pallin. Hesi verða kunngjørd í næstum. The Antonelli Orchestra framføra báðir konsertdagarnir, og vit kunnu lova, at hetta verður tónleikur frá allarovastu hill.

Atgongumerkini ganga sum heitt breyð, so tað ræður um at gera skjótt av, um tú skal vera í fjøldini á Vágsbotni hesar dagarnar. Einans 500 atgongumerki eru eftir til fríggjadagin 20. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder