Mentan

The Beatles á breddanum í SMS

Beatles tilfar og beatles tónleikur kann upplivast á Torginum hesa vikuna

(Savnsmynd: visualhunt.com)

(Savnsmynd: visualhunt.com)

2019-05-13 07:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag byrjar forvitnislig Beatles vika í SMS við Føroya stórsta Beatles samling. Her verður tónleikur, framsýning og møguleiki at taka myndir á Abbey Road.

Framsýningin á Torginum í SMS letur upp seinnapartin í dag stendur uppi til hósdagin 16. mai. Til framsýningina verður gjørligt at síggja ymiskt tilfar, sum føroyskir Beatles fjepparar hava savnað saman gjøgnum fleiri ár. Eitt nú serligar Beatles útgávur, forkunnugt Beatles radio, myndir, ljóðføri, eins og beatlarnir nýttu, og mangt annað.

Ongin Beatles vika uttan tónleik, og tískil fara føroyskir tónleikarar at framføra Beatles løg við teirra egnu tulkingum. Í dag er tað Hans Ravnsfjall, ið fer at framføra, týsdagin er tað Guðrun Sólja Jacobsen, sum fer á pallin og mikudagin 15. mai framførir Eyðun Nolsøe Beatles løg. Allar framførslurnar byrja kl. 16.30.

Sum nakað heilt serstakt er framleitt ein 4x3 metrar stór mynd av Abbey Road við eyðkenda fótgangarateignum frammanfyri, soleiðis at fólk kunnu taka mynd av sær framman fyri hesa kendu gøtuna og kenna seg sum Beatles stjørnur eina løtu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder