Tá mæti vokalbólkurin fer á pallin í Norðurlandahúsinum sunnudagin, verður m.a. eitt føroyskt kvæði á skránni.
”The Ballad of Nornagest” er heiti á nýggjum verki, sum the King’s Singers hava bílagt og góvu út í síðstu viku. Verkið er skrivað yvir føroyska kvæðið Nornagests Rímu.
”The Ballad of Nornagest” kann hoyrast á nýggjastu útgávuni hjá The King’s Singers á Spotify. Keiran Brunt hevur lagt til rættis:
Tá bretsku sangararnir vóru í Føroyum í 2017 hugtóku teir øll við at syngja føroyska sangin ”Summarkvøld” sum eykalag, og tá vístu teir, at teir væl duga at syngja á føroyskum. Nýggja verkið verður eisini sungið á føroyskum.
Á skránni til komandi konsertina annars verður ein góð blanding av tónleikinum, sum The King’s Singers eru kendir fyri. Alt frá Gesualdo, Poulenc og Macmillan til the Beatles og heilt nýggjan popp tónleik.
The King’s Singers fáast nógv við at undirvísa og hava workshops, og áðrenn konsertina fara tvey føroysk kór til masterclass við dugnaligu sangarunum.
Heilt fá atgongumerki eru eftir til konsertina, sum uttan iva aftur verður ein uppliving av teimum heilt stóru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald