2022-07-11 16:52
Í annaðkvøld, týskvøldið 12. juli, verður konsert í Christianskirkjuni.
Tað er kórið The Mary Land State Boychoir.
Kórið, sum telur 150 dreingir í aldrinum sjey til 20 ár, er í hesum døgum á konsertferð í Danmark, Íslandi og Føroyum, og við á ferðini eru 30 sangarir úr kórinum.
Konsertskráin er fjølbroytt, alt frá renessansumotettum og kirkjuligum hymnum, til gospelsangir og aðrar sangir, skrivar heimasíðan hjá fólkakirkjuni.
Kórleiðari er Stephen Holmes.
Konsertin verður klokkan 19.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald