Hálvhernaðarligi bólkurin, The New IRA, tekur nú ábyrgdina av drápinum á írska journalistin, Lyra McKee. Tað boðar leiðslan í bólkinum frá fyri írska blaðnum, The Irish Times.
McKee varð dripin undir ógvusligum samanbrestum millum uppreiðstrarfólk og løgreglu í norðurírska býnum, Derry, í farnu viku.
- Undir álopinum varð Lyra McKee tíverri dripin, tá hon sóð ov tætt við fíggindan, skriva New IRA í fráboðanini.
Bólkurin skuldsetir eisini norðurírsku løgregluna, ella ”kongsveldsins herlið”, sum løgreglan verður umrødd, fyri at vera orsøk til ófriðin orsaka av teirra ágangandi framferð, skrivar Ritzau.
The New IRA varð sett á stovn í 2012 og er sprottið úr søguliga bólkinum Irish Republican Army, sum í næstan 100 ár hevur ført vápnað stríð fyri at fáa Norðurírland sameint við Írland.
Bólkurin verður mettur av Stórabretlandi og USA at vera ein yvirgangsfelagsskapur.
Ófriðurin í Derry byrjaði skíriskvøld, tá fleiri ófriðarkroppar í hettum fóru at tveita við fløskum og steinum móti løgregluni.
Um midnáttarleitið gjørdist harðskapurin ógvusligari, tá tveitt varð við eldbumbum, sonevndum molotov-kokteyls, móti løgreglubilum í Creggan, sum liggur í útjaðaranum av Derry.
Her varð 29 ára gamli journalisturin rakt av eini kúlu, tá limir í The New IRA lótu skot av móti løgregluni.
Síðan er málið kannað av løgregluni sum ein yvirgangshending og drápsmál.
Tað er ikki óvanligt, at slíkur ófriður hendir í Derry. Í fjør varð kastað við 70 brandbumbum móti løgregluni og fleiri fingu skaða.
Søguliga hevur Derry verið miðdepil fyri spentu støðuna millum katólskar republikanarar, ið ynska tættari tilknýti til Írlands, og protestantiskar loyalistar, sum ynskja at varðveita sambandið við Stórabretlands.
Almenna navnið í býnum er Londonderry, men katólski býurin verður av teimum flestu bert kallaður Derry.
Lyra McKee doyði skíriskvøld undir ófriðinum í Derry (Savnsmynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald