48 ára gamla filmsstjørnan Dwayne "The Rock" Johnson vísir ikki aftur, at hann fer at stilla upp til næsta forsetavalið í USA.
– Eg umhugsi at stilla upp í framtiðini, um tað er tað, sum fólk ynskja. Tað meini eg veruliga. Tað er upp til fólkið, og eg ætli mær at lurta, sigur hann sambært B.T.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at hann sigur seg umhugsa at fara uppí politik.
Í 2017 segði hann í samrøðu við Ellen DeGeneres, at hann veruliga umhugsaði at stilla upp, men árið eftir gjørdi hann greitt, at hann ikki fór at stilla upp kortini.
Evnið er tikið uppaftur í sambandi við, at Dwayne "The Rock" Johnson er aktuellur í nýggju sjónvarpsrøðini "Young Rock", sum snýr seg um ungdóm hansara. Í røðini sær mann, at "The Rock" er í ferð við at føra valstríð í ár 2032.
Sjónleikarin plagar ikki at tosa hart um sínar politisku meiningar, men í fjør boðaði hann kortini frá, at hann stuðlaði Joe Biden á seinasta forsetavalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald