Fríggjadagin megnaði eingilski rokkbólkurin The Rolling Stones enn eina ferð at røkka ovasta plássið á bretska hittlistanum. Tað í sær sjálvum er einki nýtt hjá bólkinum, men fríggjadagin skrivaði hann søgu.
The Rolling Stones er nevniliga vorðin fyrsti bólkurin, sum hevur havt eina útgávu á 1. plássi á hittlistanum í seks ymiskum áratíggjum. Tað upplýsir Official Charts Company fyri tíðindastovuni Reuters.
Útgávan, sum tryggjaði rokkbólkinum hendan heiður var ein endurútgáva av útgávuni "Goats Head Soup", sum upprunaliga varð givin út í 1973. Á nýggju útgávuni eru fleiri nýggj løg, demoútgávur av gomlum løgum umframt liveupptøkur.
The Rolling Stones hevur nú ligið ovast á bretska hittlistanum 13 ferðir. Tað sama hava Elvis Presley og Robbie Williams. Tey einastu, ið hava havt útgávur ovast á hittlistanum fleiri ferðir enn hesi, er bólkurin The Beatles, sum hevur ligið ovast á listanum 15 ferðir, skrivar Ritzau.
Um The Rolling Stones
The Rolling Stones er ein eingilskur rokkbólkur, sum varð stovnaður í London í 1962. Tá vóru limirnir Brian Jones, Mick Jagger, Keith Richards, Bill Wyman, Charlie Watts og Ian Stewart.
Núverandi limir í bólkinum, sum ofta bert verður nevndur The Stones, eru Mick Jagger, Keith Richards, Charlie Watts og Ronnie Wood.
Bólkurin ferðast enn javnan á konsertferðir, hóast forsangarin Mick Jagger og gittarspælarin Keith Richards eru komin væl upp í 70árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald