Mentan

The Seventh Day: Nýtt staklag frá Sigmundi Zachariassen

Sigmund, sum er mest kendur úr Joe & The Shitboys og Kóboykex er nú klárur við solutgávu –Lagið er av komandi útgávuni "The Everlasting Pump", sum kemur út seinni í summar

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-19 16:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri kom nýtt lag frá Sigmundi Zachariassen út.

Sigmund er mest kendur sum limur í Joe & The Shitboys og Kóboykex, men nú er hann so eisini klárur við soloútgávu.

Nýggja lagið eitur ”The Seventh Day”, og er av komandi útgávuni ”The Everlasting Pump”, sum kemur út seinni í summar.

Við sær á lagnum hevur Sigmund Jacob Bjarka Bech á gittara, Aksel Tórgarð á bassi, Sjúrður Djurhuus Tróndheim á orgul, og Tóra Atlason á trummum.

Lagið, ið kann hoyrast omanfyri, finst eisini á øllum teimum vanligu stroymingartænastunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder