Hank Azaria, sum er maðurin handan indiska kioskaeigaran Apu í vælumtóktu sjónvarpsrøðini "The Simpsons" gevst nú at leggja rødd til.
- Tað, sum vit eru vorðnir samdir um er, at eg gevist, sigur hann sambært Ritzau.
Sjónleikarin Hank Azaria hevur annars verið røddin handan Apu síðan 1990, men seinastu tíðina hevur "The Simpsons" verið fyri atfinningum, tí at fólk vilja vera við at Apu er við til at fasthalda stereotypir.
Um Apu enn verður partur av røðini er sambært sjónleikaranum ógreitt.
Hank Azaria sigur, at tað er upp til framleiðararnar, hvat skal henda við Apu, og enn er eingin avgerð tikin.
Tað var í 2017, at Apu vakti ans, tá indisk-amerikanski skemtarin, Hari Kondabolu framleiddi ein dokumentarfilm, sum varpaði ljós á leiklutin hjá Apu.
Sambært skemtaranum, varð persónurin Apu gjørdur við útgangsstøði í rasistiskum stereotypum, m.a. tí at Apu eigur eina kiosk og hevur nógv børn.
Hank Azaria hevur síðani sagt, at filmurin "gav teimum nógv at hugsa um".
Umframt Apu hevur Hank Azaria eisini lánt sína rødd til barreigaran Moe og løgreglumannin Chief Wiggum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald