Spenningur var í luftini, tá ið sýningarnar av teimum 16 flmunum, í árligu filmskappingini hjá Klippfski, vóru í stásiliga fyrilestrarsalinum á Glasi í gjárkvøldið.
Evnið í ár var ”Ótti” og snávingarsteinurin var vatn. T.v.s. at vatn skuldi spæla ein lut í filminum. 60 luttakarar, runt um í Føroyum, høvdu teknað seg til flmskappingina, har fýra teirra vóru útisetar, búsitandi í Danmark og Onglandi. So tað var onki løgið í, at salurin var fullsettur.
Eftir sýningar avdúkaði Maria Winther Olsen, filmsleikstjóri og forkvinna í felagnum Føroysk Filmsfólk, hvørjir vinnararnir vóru. Dómsnevndin í ár vóru Ingun í Skrivarastovu, Maria Winther Olsen og Pætur Marjunarson Dahl.
The Stenbergs besta film og besta leikara
Besti filmur var ”Babbar mugu ikki forskrekkjast”. Brøðurnir Jákup og Jónfnn Stenberg og bróðursonur teirra, Hákun Stenberg, gjørdu filmin í felag.
Um filmin segði dómsnevndin soleiðis: ”Filmurin, við sinum undirspælda humoristiska tóna, gevur eina sterka heildaruppliving. Filmurin er sera væl úr hondum greiddur, og hevur eitt høgt støði a øllum parametrum. Leikritið er væl skrivað við einari byrjan, miðju og enda. Við sínum mongu kameravinklum gevur tað hyggjaranum eitt sterkt visuelt upplivilsi.
Harumframt líkur filmurin treytirnar á besta hátt . Óttin verður lýstur skemtiliga, og vatnið verður brukt á ein undirspældan hátt. Samanumtikið ein frálíkur og skemtligur filmur.”
Besti Leikari var Hákun Stenberg í leiklutinum sum argandi sonurin í flminum “Babbar mugu ikki forskrekkjast”. Pápi Hákun tók ímóti heiðurslønini.
Dómsnevndin segði soleiðis: ”Leikarin ger ikki so nógv um seg, men hevur eitt heilt serligt glimt i eyganum. Leikluturin er undirspældur, men ber filmin sera væl. Dialogurin er natúrligur og liggur væl í munninum, og eygnabráið stendur eftir sum ein sterkur forteljari. Vit gleða okkum at síggja meira til evnaríka leikaran í framtíðini.”
Oh Shit besta hugskot
Systrarnar Sigrid og Kajsa Holm Bic áttu Besta Hugskot við filminum ”Oh Shit”.
Dómsnevndin segði soleiðis: ”Við sínum skemtiliga tóna meistrar filmurin á besta hátt at seta orð og myndir á kensluna “Ótti”. Leikritið megnar við sinum faktuellu upplýsingum um høvuðskarakterin at geva eina sjarmerandi samtíðarmynd av føroyska ungdóminum, umframt at leikritið javnvigar millum álvara og skemt. Filmurin hevur eina sterka visuella rødd, umframt at filmurin hevur sera góð leikaraavrik frá bæði fólki og hundi.”
Katarsis ársins herðaklapp
Ársins Herðaklapp fekk orðaleysi filmurin ”Katarsis”. Í bólkinum vóru Katrin Hvítklett, Anna Elisabeth Isholm Wind, Katarina Heradóttir Andreasen og Ragnar Marr Erlandsson.
Um filmin segði dómsnevndin soleiðis: ”Frá fyrsta sekundi dregur filmurin teg inn í ein øðrvisi filmsheim. Ein heimur har myndinar eru á høgum støði og har forteljaragleðin er eyðsýnd. Við sínum sansandi og sveimandi kamerarørslum, megnar filmurin at seta mynd á kensluna ótta uttan at nýta dialog. Myndasiðan er væl stuðlað av vøkru scenografiini og ikki minst sterka leikaraavrikinum.”
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald