Uttanlands

The Telegraph skal rinda stórt endurgjald til Melaniu Trump

Bretski miðilin hevur borið fram skeivar upplýsingar um amerikonsku forsetafrúuna

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-26 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski miðilin The Telegraph hevur játtað at gjalda eitt stórt endurgjald til amerikonsku forsetafrúuna, Melania Trump.

Orsøkin er, at miðilin hevur borið fram skeivar upplýsingar um hana.

Á The Telegraph harmast tey um at hava skrivað, at Melania Trump græt ta náttina, maður hennara, Donald Trump, vann á Hillary Clinton til amerikanska forsetavalið.

- Hetta var skeivt, ásannar The Telegraph.

The Telegraph harmast eisini um, at tey hava borið fram skeivar upplýsingar um pápa Melaniu og um yrkisleið hennara sum model, áðrenn hon hitti Donald Trump.

Sambært Ekstra Bladet er tað ikki almannakunngjørt hvussu stóra upphædd talan er um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder