2023-08-06 16:20
Í morgun kom knapt 200 metra langa ferðamannaskipið The World fyri fyrstu ferð á Runavíkar Havn.
Skipið verður liggjandi bryggju til mánakvøldið 7. august kl. 18.00.
Hetta er eitt serligt skip og einasta av sínum slag í heiminum. Umborð eru 200 fólk úr øllum heiminum, og ferðafólkini eiga sjálvi íbúðirnar umborð. Manningin telur 280 fólk.
The World er bygt í 2002, og heimahoyrandi í Bahamas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald