Uttanlands

Theresa May brýtur tøgnina: Atkvøðið fyri avtaluni

Fyrrverandi forsætisráðharrin tók órðið í undirhúsinum í dag fyri fyrstu ferð, síðan hon legði frá sær

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-10-19 14:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi forsætisráðharrin, Theresa May tók seinnapartin orðið í undirhúsinum fyri fyrstu ferð í fleiri mánaðar.

Faktiskt hevur hon ikki úttalað seg um nakað í tjóðartinginum, síðan hon legði frá sær sum forsætisráðharri, men í dag breyt hon tøgnina í sambandi við kjakið um skilnaðaravtaluna hjá Boris Johnson.

Fyrst fekk hon undirhúsið at flenna við at siga, at hon hevði eina kenslu av deja vu, og hetta fekk eisini núverandi forsætisráðharran, Boris Johnson at venda sær við og siga: Eg veit, hvussu tú hevur tað.

Theresa May gjørdi samstundis greitt, at hon tekur undir við nýggju avtaluni, og vónaði hon, at undirtøka verður fyri henni.

- Vilja tit ikki fara úr ES uttan avtalu, skulu tit atkvøða fyri, segði hon.

Eisini gjørdi hon greitt, at hon ikki tekur undir við einari nýggjari fólkaatkvøðu um brexit.

- Mann kann ikki skipa fyri nýggjari fólkaatvøðu bara tí, summi ikki taka undir við úrslitinum av tí fyrstu, segði hon.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder