Uttanlands

Theresa May fer ikki at útseta Brexit longur enn til 30. Juni

Bretski forsætisráðharrin avvísir eisini eina nýggja fólkaatkvøðu

2019-03-21 08:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Forsætisráðharrin í Stórabretlandi, Theresa May, hevur biðiå forsetan í ES, Donald Tusk, um at úseta Brexit til 30. Juni.

Í bretskum sjónvarpi í gjárkvøldið segði May, at tað var eitt stórt persónligt vónbrot fyri hana, at Stórabretland ikki fer úr ES við einari avtalu tann 29. mars.

Theresa May gjørdi eisini klárt, at eingin nýggj fólkaatkvøða verður um Brexit. Hon boðaði samstundis frá, at hon hevur sagt ES-forsetanum frá, at har verða ikki fleiri samráðingar eftir 30. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder