Uttanlands

Theresa May klár at leggja frá sær

Bretski forsetisráðharrin sigur, at hon er sinnað at leggja frá sær, um brexit-avtalan hjá henni verður góðkend

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-27 19:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski forsetisráðharrin, Theresa May, sigur, at hon er klár at leggja frá sær, um skilnaðaravtalan hjá henni verður góðkend.

Tað segði hon við floksfelagar sínar á einum fundi, sambært The Guardian.

- Eg eri til reiðar at fara úr hesum starvinum fyrr enn ætlað fyri at gera tað, sum er rætt fyri tjóðina og flokkin. Men áðrenn eg kann gera tað, skal uppgávan gerast liðug, segði hon.

Theresa May hevur áður sagt, at hon ikki ætlaði at stilla upp aftur sum forsetisráðharri.

Tó er ógreitt akkurát nær hon ætlar at leggja frá sær. Sambært Theresu May ætlar hon at leggja frá sær "áðrenn næsta stigið skal takast" í brexit-tilgongdini.

Upprunaliga skuldi Bretland fara úr ES fríggjadagin, 29. mars, men ES hevur játtað bretum eina útsetan til í minsta lagi 12. apríl, um skilnaðaravtalan ikki verður samtykt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder