Uttanlands

Theresa May leggur frá sær

Bretski forsætisráðharrin boðaði við tárum í eygunum frá at hon leggur frá sær

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-24 10:52 Author image
Ari av Rana
placeholder

Theresa May, forsætisráðharri í Stórabretlandi, boðaði í morgun frá, at hon fer at leggja frá sær.

Theresa May varð týðiliga rørd, tá hon uttanfyri 10 Downing Street boðaði frá, at hon leggur frá sær sum forkvinna í konservativa bólkinum í parlamentinum fríggjadagin 7. juni. Hon boðaði eisini frá, at hon fór at traðka frá sum forsætisráðharri, so skjótt ein annar var funnin.

Konservativi bólkurin í parlamentinum hittust í 10 Downing Street í morgun, og tá gjørdist greitt, at 62 ára gamla Theresa May fór at leggja frá sær.

Gongdin at finna nýggja floksformann byrjar mánadagin 10. juni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder