Bretska undirhúsið samtykti í gjár, at bretar ikki kunnu fara úr ES uttan eina skilnaðaravtalu.
318 atkvøður vóru fyri og 310 ímóti einum uppskoti, sum konservativi tinglimurin, Caroline Spelman, hevði lagt fram.
Atkvøtt varð um sjey broytingaruppskot til fráfaringarætlanina í gjárkvøldið. Tvey av teimum vórðu samtykt. Umframt uppskotið hjá Spelman, kom eisini eitt uppskot hjá konservativa Graham Brady ígjøgnum, skrivar Reuters.
Hann mælti til, at sonevndi ’bakstopparin’ verður skiftur út við ’alternativum tiltøkum’ fyri at sleppa undan hørðum eftirliti við írska markið.
’Bagstopparin’ hevur fyrr verið umrøddur sum trygdarnetið, ið skal tryggja, at tað ikki verður eitt verðurligt mark millum Írland og Norðurírland.
Broytingaruppskotið til Brexitavtaluna, sum varð samtykt í gjárkvøldið, varð sostatt samtykt av sama tingi, sum so seint sum 15. januar atkvøddi ímóti Brexitavtaluni, sum Theresa May, forsætisráðharri, var komin fram til við hørðum samráðum.
Men nú verður May send aftur til samráðingarborðið í Brússel fyri at broyta avtaluna, sum liggur á borðinum.
- Eg eri samd í, at vit ikki eiga at fara úr ES uttan eina avtalu, segði May eftir atkvøðugreiðsluna í gjárkvøldið.
Men at seta seg ímóti einum sokallaðum hørðum Brexit uttan eina avtalu, er ikki nóg mikið til at støðga tí, legði hon afturat.
Hon fer nú at royna at koma ásamt við ES, men tað verður ikki lætt, segði Theresa May.
Eitt triðja uppskot, sum fekk nógva umrøðu í gjárkvøldið, snúði seg um at útseta Brexit-dagin. Uppskotið átti Yvette Cooper úr andstøðuflokkinum, Labour.
Um May ikki kundi koma við eini avtalu innan 26. februar, skuldi Brexit-dagurin útsetast í níggju mánaðir, ljóðaði uppskotið. Men tað fall.
Eftir ætlan fer Bretland úr ES 29. mars í ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald