Elin Djurhuus Joensen er 42 ár og útbúgvin mikrobiologur við PhD innan mikrobiologi og biotøkni. Seinastu árini hevur hon starvast hjá SMJ innan aling, spillvatn og umhvørvi. Í høvuðsheitum hevur hon har staðið fyri at menna og fremja lívfrøðiliga partin av ráðgeving og tænastum innan aling bæði í Føroyum og uttanlands. Eisini hevur Elin starvast á biotøknideildini á Fiskaaling.
- Eg gleði meg til at taka við hesi nýggju avbjóðingini sum stjóri í Thetis. Thetis er ein væl rikin fyritøka, sum hevur prógvað sítt virði. Virksemið er breitt og spennandi, og eg síggi eisini fram til at arbeiða á kanningarstovu aftur, sigur nýggi stjórin í Thetis, Elin Djurhuus Joensen.
Marita Debess Magnussen, sum í átta ár hevur verið stjóri í Thetis, heldur fram í nevndini.
- Tíðin er nú komin til at lata nýggjar kreftir sleppa framat, og Elin hevur drúgvar royndir innan leiðslu, ráðgeving og kanningarstovuvirksemi. Eg eri sannførd um, at Elin fer at flyta Thetis fram á leið. Spennandi tíðir eru fyri framman – millum annað tí at vit nú hyggja at nýggjum marknaðum bæði í og uttan fyri Føroyar, sigur Marita Debess Magnussen.
Eisini Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður í Thetis, fegnast um nýggja stjóran.
- Vit í nevndini gleða okkum til, at Elin Djurhuus Joensen tekur við starvinum. Samstundis vilja vit takka Maritu Debess Magnussen hjartaliga fyri hennara ótroyttiliga arbeiði hesi árini, sigur Regin W. Dalsgaard, nevndarformaður.
Thetis er akkrediterað kanningarstova, sum veitur umhvørvis- og matvørukanningar. Thetis hevur átta ár á baki og er nýliga flutt í egna kanningarstovu á Saltangará.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald