Í gjár var fyrsti partur av átta í eini nýggjari spenningsrøð vístur á donsku sjónvarpsrásini DR2.
”Thin Ice” ella ”Tynn Is” eitur røðin, sum gongur fyri seg í Grønlandi, hóast ein stórur partur av upptøkunum fóru fram í Íslandi.
Fleiri grønlendingar eru við í sendirøðini. Angunnguaq Larsen spælir ein politiovasti og Nukâka Coster-Waldau spælir kona hansara.
Høvuðsleiklutin hevur svenska Lene Endre, sum spælir svenskur uttanríkisráðharri, ið eisini eigur hugskotið handan søguna saman við Søren Stærmose er framleiðari av filminum.
Íslendingarnir Birkir Blær Ingólfsson, Jónas Margeir Ingólfsson og Jóhan Ævar Grimsson hava skrivað leikritið.
Granskingarskip álopið
Søgan snýr seg um, at eitt granskingarskip verður álopið í grønlendskum sjógvi samstundis sum Arktiska Ráðið skal halda ein fund í Tasiilaq í Eystursgrønlandi har tey skulu viðgera eitt møguligt bann mót oljuboringum í arktiska økinum.
Spenningsrøðin tekur sostatt útgangsstøði í veðurlagsspurninginum, og teimum politisku avbjóðingunum, sum hetta hevur við sær.
Svenski uttanríkisráðharrin stendur fyri stórum avbjóðingum, tí politiski ráðgevi hennara, spældur av Alexander Karim, er umborð á skipinum, sum er rænt.
Filmsrøðin hevur stóran týdning fyri høvuðsleikaran Lena Endre sjálva.
Hon hitti fólk úr arktiska økinum fyri seks árum síðani í sambandi við at hon var ambassadørur fyri umhvørvisfelagsskapin Greenpeace.
- ’Thin Ice’ er ein týdningarmikil sendirøð, sum lýsir stríðið, sum hevur nógv at siga fyri fólkið í Arktis her og nú, og sum vit tí skulu taka í størsta álvarsemi. Tað snýr seg um veðurlagsbroytingar, um upprunafólkið, um grønlendskt sjálvræði og um hvussu styttskygd áhugamál forða mannaættini í at taka neyðugar avgerðir av týdningi fyri okkara tilveru, sigur Lena Endre, og hon leggur afturat.
- Tað hevur verið eitt fantastiskt upplivilsi at filma meðan veðurlagið í Arktis er harðast – í januar til mars, áðrenn ísurin tiðnar – saman við svium, norðmonnum, dønum, grønlendarum, finnum, íslendingum, amerikanarum, russum og baltum. Eg eri framúr errin av, at tað eydnaðist okkum at fremja dreymin, sum vit høvdu fyri seks árum síðani.
Sjónvarpsrøðin er framleidd av Yellow Bird hjá Søren Stærmose fyri Cmore/TV4 saman við íslendska Sagafilm og sjónvarpsstøðunum France TV, DR, NRK, YLE, RUV og Lumiere Group í Benelux.
Fyrsti partur varð vístur á DR2 í gjárkvøldið. Møguligt er at síggja røðina – ókeypis – á heimasíðuni hjá DR, men enn er bert fyrsti partur leysgivin.
Tað liggja fleiri spennandi norðurlendskar spenningsrøðir á heimasíðuni hjá DR, so um tú ikki orkar at bíða eftir øðrum parti av Thin Ice, so kanst tú t.d. stytta tær um stundirnar við at hyggja eftir øðrum umfari av íslendsku sendirøðini ’Ófærð’ hjá Baltasar Kormáki um morð og brotsverk á Siglufirði á Norðurlandinum ella hugtakandi norsku sendirøðini ”Twins’, sum gongur fyri seg í lítlari bygd á Lofoten.
Trailarin til 'Thin Ice' herundir:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald