Innanlands

Thom Jakobsen er ársins rósa

Sum siður er, varð ársins rósa kosin, tá Jólaskipið kom til Klaksvíkar seinnapartin

Thom Jakobsen (savnsmynd)

Thom Jakobsen (savnsmynd)

2019-12-22 19:41 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Jólaskipið kom til Klaksvíkar í dag, og ein fastur partur av skránni á hvørjum árið er, at ársins rósa verður kosin.

Í ár var tað Thom Jakobsen, ið var kosin ársins rósa. Tað var borgarstjórin Jógvan Skorheim, ið avdúkaði ársins rósu á tiltakinum, sum í ár var á Biskupstorginum.

Thom Jakobsen er 55 ára gamal, og arbeiðir til dagliga hjá Effo. Thom hevur í nógv ár verið ein av eldsálinum í Klaksvíkar Ítróttarfelag, har hann hevur verið liðleiðari síðan 1995. Hetta er sjálvboði arbeiði og eingin ivi er um, at Thom hevur lagt nógva tíð og orku í arbeiði sum liðleiðari hesi 25 árini.      

[object Object]
Nógv fólk var savnað til tiltakið á Biskupstorginum, har millum annað ársins rósa var kosin (Mynd: Klaksíkar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder