Í september fór bretski ferðarisin Thomas Cook á heysin, men væntað var, at norðurlendsku feløgini í Thomas Cook Northern Europe vóru so mikið væl fyri, at tey kundu halda fram við nýggjum eigara.
Og nú er greitt, at nýggi eigarin verður norski hotelkongurin Petter Stordalen.
Millum norðurlendsku feløgini, sum nú hava skift eigara eru Spies og Thomas Cook Airlines Scandinavia, og fegnast tey um eigaraskiftið.
Petter Stordalen er stovnari av Nordic Choice Hotels, og eigur hann eina rúgvu av gistingarhúsum í Norðurlondum.
Sambært DR er hann eisini milliardingur í amerikonskum dollarum.
Umframt Stordalen, eru tveir íløgugrunnar eisini við í yvirtøkuni, Altor og TDR Capital. Felagið hjá Petter Stordalen fer at eiga 40 prosent av Thomas Cook Northern Europe, Altor fer eisini at eiga 40 prosent, og TDR Capital fer at eiga hini 20 prosentini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald