Innanlands

Thomas Schiøler gevst sum varastjóri

Varastjórin á Landssjúkrahúsinum tekur við nýggjum avbjóðingum, og fer hann úr starvinum um ársskiftið

Thomas Schiøler (Savnsmynd)

Thomas Schiøler (Savnsmynd)

2019-10-02 07:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Varastjórin á landssjúkrahúsinum, Thomas Schiøler hevur sagt seg úr starvi.

Hesum boðaði Landssjúkrahúsið frá í gjár.

Hóast hann bert hevur verið í starvinum síðan desember í fjør, hevur hann tikið avgerð um at gevast. Orsøkin er, at hann hevur fingið bjóðað starv sum leiðandi yvirlækni á Klinisk Biokemisk Afdeling á Nordsjællands Hospital.

Thomas Schiøler fer úr starvinum sum varastjóri um ársskiftið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder