
Seinastu trý árini hevur Skúlatrøð havt eina royndarskipan við sálarfrøðingi í starvi, sum Undirvísingarstýrið hevur fíggjað, meðan kommunan hevur útvegað og innrættað hølir og útvegað amboð til sálarfrøðingin á skúlanum.
- Royndir skúlans av hesi skipan eru sera góðar, og tí hevur býráðið frá og við inniverandi ár játtað pening til halda fram við hesi skipan, nú við kommununnar fígging.
Hetta skrivar Klaksvíkar kommuna í sambandi við at royndarskipanin nú er vorðin ein føst skipan.
Tað er eisini sami sálarfrøðingurin, sum fer at røkja starvið á skúlanum framvir.
Starvið varð lýst leyst, og er avgerð nú tikin um at seta Thorvald Danielsen í starv sum sálarfrøðingur til børn og ung við staðseting á Skúlatrøð.
Thorvald er 38 ára gamal og hevur lisið sálarfrøði á Aalborg Universiteti, har hann í 2017 fekk prógv sum cand.psych., og síðani hevur hann fingið løggilding sum sálarfrøðingur.
- Hann hevur drúgvar royndir at veita sálarfrøðiliga hjálp til børn og ung og foreldur teirra við fyribyrgjandi sálarfrøðiligum samrøðum. Somuleiðis hevur Thorvald hollan kunnleika til skúlaumhvørvið og hevur góðar royndir og hegni til at samskifta við aðrar fakbólkar í skúlanum og avvarandi.
Thorvald Danielsen tekur ímóti einum steypi sum liðskipari hjá Mjølni (Mynd: Jens Kr. Vang)
Klaksvíkngurin er millum annað eisini kendur sum dugnaligur flogbóltsspælari. Hann hevur verið liðskipari hjá nógv vinnandi Mjølni-liðnum leingi og eisini spælt á A-landsliðnum.
Í arbeiðnum kemur Thorvald í høvuðsheitum at hava fyribyrgjandi sálarfrøðiligar samrøður við børn og ung í fólkaskúlaaldri. Thorvald Danielsen byrjar í starvinum í næstum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald