Í kvøld verður finalan í Eurovision Song Contest 2019, ein evropeisk sangkapping, sum hevur verið í sjónvarpinum á hvørjum ári síðan 1956.
Men hóast talan er um eina evropeiska sangkapping, so eru ikki øll luttakaralondini í Evropa. Ísrael, sum er vertur fyri kappingina í ár, er t.d. ikki eitt evropeiskt land, men av tí at ísraelska kringvarpið er partur av European Broadcasting Union, sleppur landið at luttaka. Onnur lond, eitt nú Marokko, hava eisini luttikið í kappingini av somu orsøk.
Men eitt land, sum ikki er partur av European Broadcasting Union er Avstralia. Kortini hevur landið luttikið í kappingini síðan 2015.
Orsøkin til hetta er, at tað í 2015 var 60. ferð, Eurovision sangkappingin varð hildin, og í hesum sambandi varð Avstralia boðið við sum gestaluttakari. Sangkappingin hevði nevniliga í nógv ár verið væl umtókt millum fólk í Avstralia.
Upprunaliga var tað ikki ætlanin, at Avstralia skuldi sleppa at luttaka aftur, men kortini hevur Avstralia verið við á hvørjum ári síðan 2015.
Fleiri funnust at luttøkuni hjá Avstralia, meðan onnur vístu á, at Avstralia ikki var einasta ikki-evropeiska landið, sum hevði luttikið í kappingini.
Luttøkan hjá Avstralia eydnaðist væl, og síðan tá hevur landið verið við á hvørjum ári.
- Vit eru sannførd um, at Eurovision Song Contest hevur møguleika at menna seg til eitt rættiligt altjóða tiltak. Framhaldandi luttøkan hjá Avstralia er eitt spennandi stig á ta leiðini, segði Jon Ola Sand, høvuðsumsjónarfólk fyri Eurovision sangkappingina, sambært B.T.
Men hóast Avstralia nú sleppur at vera við í kappingini, verður næsta Eurovision sangkappingin ikki hildin í Avstralia, um landið vinnur.
Avtala er nevniliga longu gjørd um, at Eurovision verður hildið í einum evropeiskum landi, um Avstralia vinnur, tó eisini við Avstralia sum fyriskipara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald