Mentan

Tíðarrák á Vísindavøku nummar 15 í røðini

19 stuttar framløgur verða á skránni, og á Vísindavøkuni 2022 verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð

Vísindavøkan 2022, tann 15. í røðini, verður í Løkshøll tann 23 september (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Vísindavøkan 2022, tann 15. í røðini, verður í Løkshøll tann 23 september (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2022-08-25 17:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vísindavøkan 2022, tann 15. í røðini, verður í Løkshøll tann 23 september, har 19 stuttar framløgur verða frá klokkan 8.15 til kl. 15.00. 

Høvuðsevnið er Tíðarrák. Tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking og annað vitanararbeiði. Tíðarrøðir eru lutir, skjøl, mátingar, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett regluliga. Tær gera tað gjørligt at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina.

Á Vísindavøkuni 2022 verða framløgur, framsýningar og tiltøk, ið á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð. Eisini onnur evni verða á skránni.

Uttanfyri verða telt við tiltøkum fyri børn og vaksin. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum teltinum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum teltinum. Inni í kantinuni í Løkshøll verða eisini ymisk tiltøk til stór børn og vaksin.

Dagurin endar við einum miðlafagnaði kl. 15.00 við snarrøðukapping, undirhaldi og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking. 

Tað er ikki neyðugt við tilmelding til einstøku framløgurnar, og øll tiltøk eru ókeypis.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum. KVF tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder