Innanlands

Tíðarrák er evnið á ársins Vísindavøku

Tíðarrøðir eru lutir, skjøl, mátingar, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett regluliga. Tær gera tað gjørligt hjá granskarum at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-27 07:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í ár verður Vísindavøkan fríggjadagin 23. september, og tað verður í Løkshøll í Runavík. Evnið á Vísindavøkuni 2022 verður tíðarrák.

– Tíðarrøðir hava alstóran týdning fyri gransking. Tíðarrøðir eru lutir, skjøl, mátingar, myndir og upptøkur, ið verða savnað og skrásett regluliga. Tær gera tað gjørligt hjá granskarum at greina tilgongdir, sum hava týdning fyri at skilja fortíð og nútíð og síggja rák, ið leiða inn í framtíðina, skrivar Granskingarráðið.

Á ársins Vísindavøku verða framløgur, framsýningar og tiltøk, sum á ymsan hátt lýsa týdningin av at kenna fortíðina fyri at skilja nútíð og framtíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder