Mikunáttina kom fram, at løgreglan í Hong Kong hevði framt eitt átak móti prodemokratiska miðlinum Stand News, og nú hevur miðilin boðað frá, at hann letur aftur.
Undir einari rannsókn varð Patrick Lam, blaðstjóri á miðlinum, handtikin og skuldsettur fyri at eggja til uppreistur. Fimm onnur starvsfólk vórðu eisini handtikin, skrivar Ritzau.
Handtøkan hevur skapt øsing, og amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Anthony Blinken hevur heitt á løgregluna í Hong Kong um at leyslata tíðindafólkini og blaðstjóran umgangandi.
– Journalistikkur er ikki uppreistur. Vit heita á myndugleikar í Kina og Hong Kong um at steðga herferðina móti fríu og óheftu miðlunum í Hong Kong, skrivar amerikanska uttanríkismálaráðið í tíðindaskrivi.
Politiski leiðarin í Hong Kong, Carrie Lam vísir tó aftur, at talan skuldi verið um eina herferð móti fríu pressuni.
– Journalistikkur er ikki uppreistur, men uppreistur, sum verður latin í sum tíðindaflutningur, kann ikki góðtakast, sigur hon sambært tíðindastovuni Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald