Í dag eru 10 ár síðan at LGBT Føroyar varð sett á stovn. Talan hevur verið um virknan og sjónligan felagsskap seinastu tíggju árini.
- Vit vóru nakrir heilt fáir LGBTarar, sum hittust kring eitt køksborð, tá vit byrjaðu fyri 10 árum síðan, men LGBT Føroyar hevur hesi árini vaksið seg til eina stóra fólkarørslu, og vit eru sera takksom fyri tann stóra stuðul vit fáa til okkara søk millum fólk.
Føroyar eru broyttar hesi árini, hóast vit als ikki eru komin á mál enn, sigur felagsskapin.
Sambært teimum er størsta broytingin hugburðurin til at vera LGBTari.
- Tað eru munandi fleiri LGBTarar í føroyska samfelagnum nú, enn fyri 10 árum síðan. Vit síggja eisini, at tey sum hava búleikast uttanlands koma heimaftur at búseta seg og vit hava eisini nógvar LGBT-familjur við børnum.
Eisini verður sagt, at javnsetanin í hjúnarbandslógini er størsti ítøkiligi sigur hjá LGBT Føroyum hesi árini.
- Vit flyta okkum rætta vegin, hóast hetta beint í løtuni ikki sæst aftur í politisku skipanini og lógarverkinum. Tann stóri stuðul vit hava í fólkinum fer við tíðini eisini at síggjast aftur á politiska pallinum. Tað eru vit sannførd um
- Tað er við stoltleika og takksemi at vit lýta aftur á seinastu 10 árini, og tað er við góðum treysti, at vit halda áfram at stríðast fyri einum rúmligum og litríkum samfelag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald