2022-01-14 11:15

Løgreglan var í gjár við ferðmátaranum á Glyvursvegnum á Argjum. Tað er breiði vegurin frá Argjum og niðan á Hamaran
Har er gott at koyra, og tað kemur meira enn so fyri at løgreglan fær okkurt burturúr, um ferðmátingar verða gjørdar har eina løtu. Soleiðis var fyrrapartin í gjár.
Løtuna mátingar vóru gjørdar har, fóru tíggju bilførararí felluna og koyrdu millum 70 og 79 kilometrar um tíman. Fimm av teimum fingu bót meðan fimm fingu eitt klipp í koyrikortið.
Vakthavandi á løgreglustøðini í morgun upplýsir, at tey aftur í dag eru úti og gera ferðmátingar kring landið.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald