Uttanlands

Tíggju deyð í álopi á sjúkrahús í Ukraina

Í minsta lagi 22 vórðu særd í álopinum, harav 15 sjúklingar

(Mynd: Reuters)

(Mynd: Reuters)

2024-09-29 13:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt russiskt dronuálop á eitt sjúkrahús í býnum Sumy í landnyrðingspartinum av Ukraina kravdi í gjár í minsta lagi tíggju mannalív.

Sambært tíðindastovuni Reuters vórðu í minsta lagi 22 fólk særd í álopinum. Millum tey deyðu var ein sjúkrarøktarfrøðingur, og millum tey særdu vóru 15 sjúklingar.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at Russland brúkti iranskar dronur av slagnum Shahed.

Sambært Ritzau sendi Russland 73 dronur og tvær rakettir yvir Ukraina leygarnáttina, og bert fýra dronur vórðu ikki skotnar niður.

Nakrar av dronunum raktu sjúkrahúsið, meðan ein onnur rakti ein dómara úr ukrainska hægstarættinum, tá hann koyrdi í bili gjøgnum Kharkiv fyri at býta út neyðhjálp í økinum. Trý onnur vóru í bilinum, og tey vórðu álvarsliga løstað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder