Uttanlands

Tíggju deyð í brennandi ferðafólkaskipi

230 fólk eru bjargað í land av skipinum, ið varð statt við Filipsoyggjar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-03-30 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíggju fólk eru deyð, níggju særd og 230 bjargað í land eftir at eldur kom í eitt ferðafólkaskip út fyri landslutin Basilan har suðuri í Filipsoyggjum, skrivar Reuters.

Eldsbrunin byrjaði í luftskipanini í kømrunum, sigur ovastin fyri sjóverjuna í Mindanao, Rejard Marfe. Upp til 430 fólk kundu vera við skipinum.

Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð, at ógvusligar eldabrunar á skipum eru við Filipsoyggjar. Í mai í fjør doyðu minst sjey fólk tá eitt skip við 134 fólkum umborð brendi, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder