Uttanlands

Tíggju fólk skotin í Kalifornia í gjár

Fýra av teimum hava latið lív, og brotsmaðurin er enn ikki handtikin

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-11-18 10:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 10 fólk vórðu skotin í kaliforniska býnum Fresno í gjárkvøldið, og sambært CBS News hava fýra av teimum latið lív.

Eitt talsfólk hjá lokalu løgregluni hevur upplýst fyri CNN, at tey særdu annars eru uttanfyri lívsvanda.

Hendingin fór fram í sambandi við, at ein familja hevði bjóðað vinfólkum heim til sín at hyggja eftir einum NFL-dysti í sjónvarpinum. Ein vápnaður maður kom inn í garðin hjá familjuni, har tey øll sótu og hugdu eftir dystinum, og síðani byrjaði hann at skjóta.

Umleið 35 fólk vóru í garðinum, harav fleiri børn. Eingi av børnunum vórðu tó skotin. Tey, sum vórðu rakt av skotunum vóru øll millum 25 og 30 ár, og teir, sum lótu lív vóru allir menn. Tríggir teirra vórðu funnir deyðir í garðinum, meðan fjórði maðurin doyði av sínum løstum á sjúkrahúsinum.

Brotsmaðurin var skjótur at rýma av staðnum aftur, og enn er hann ikki vorðin handtikin. Løgreglan heldur, at talan møguliga kann hava verið um fleiri brotsmenn.

Hetta var eisini næsti skottilburðurin í Fresno sunnudagin. Ein maður varð nevniliga eisini skotin til deyðis í heimi sínum tíðliga sunnumorgunin. Um nakað samband er millum hesar báðar hendingarnar hevur løgreglan einki sagt um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder