
Í gjár var løgreglan úti og kannaði ferðsluna kring landið, og í sambandi vórðu tíggju klipp og ein treytað frádøming givin, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.
Fimm bilførarar fingu klipp seinnapartin í gjár, tá løgreglan kannaði ferðsluna í Klaksvík, í einum øki, har hámarksferðin varð sett niður til 40 kilometrar um tíman. Teir koyrdu allir millum 60 og 62 kilometrar um tíman. Ein bilførari koyrdi eisini við einum barni, sum ikki sat í trygdarbelti, so tað fekk hann eitt eyka klipp fyri.
Millum Fjarða vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 115 og 109 kilometrar um tíman. Tann fyrri fekk eina treytaða frádøming, og tann seinni fekk eitt klipp.
Í Hvannasundstunlinum fekk ein bilførari eisini klipp fyri at koyra 109 kilometrar um tíman, og í Kaldbaksbotni fekk ein bilførari tvey klipp fyri at gera tvær ólógligar yvirhálingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald