placeholder
Innanlands

Tíggju mans tikið prógv til at føra tornkrana

Verandi og tørvurin sum væntandi fer at vera á hesum hevur fingið J&K at taka stig til skeiðið

2021-12-08 09:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í síðstu viku hava tíggju mans frá J&K Petersen tikið prógv til at føra tornkrana.

Tí verandi og væntandi øktan tørv og fyri at halda trygdina á byggiplássunum í hásæti, hevur felagið sjálvt tikið stig til skeiðið, sigur J&K Petersen.

Av tí at tað, sum nú er, ikki er møguligt at taka tornkranaskeið í Føroyum, hevur J&K Petersen fingið skeiðshaldara úr Noregi til Føroya at halda skeiðið. Skeiðið er skipað sambært norskum og altjóða reglugerðum, og í samráð við Arbeiðs- og brunaeftirlitið fáa skeiðsluttakararnir eisini útflýggjað eitt føroyskað førarabræv.

Førarabrævið, ið hesir hava tikið, gevur loyvi til at føra tornkrana, portalkrana og traverskrana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder