Innanlands

Tíggju milliónir afturat til koronukanningar

Fíggjarmálaráðharrin hevur biðið um tíggju milliónir, sum skulu brúkast upp á koronukanningar teir 15 dagarnar, sum eru eftir av mánaðinum

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-12-16 10:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Omanfyri 600.000 krónur um dagin restina av árinum fyri koronukanningar er tað, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum biðjur løgtingið um.

Uppskot til eykajáttan kom í løgtingið í gjár, har biðið verður um 10 milliónir til koronukanningar.

Farsóttarnevndin hevur tikið avgerð um, at koronukanningar aftur skulu gerast av øllum ferðandi til Føroya. Fram til ársskiftið er tað landskassin, sum rindar fyri kanningarnar, og er kostnaðurin mettur til 2,5 mió. kr.

Metingin frá Sjúkrahúsverkinum vísir, at brúk er fyri um 7,5 mió. kr. í meirjáttan, um koronukanningarnar skulu halda fram restina av árinum. Metingin tekur støði í, at 2.100 kanningar verða gjørdar um dagin.

Løgtingið hevur samtykt at víkja frá øllum tíðarfreistum í hesum málinum, og tað verður tí avgreitt áðrenn tingið eftir ætlan fer í jólafrí fríggjadagin. Fyrsta viðgerð er á skránni til tingfundin í dag, sum byrjar klokkan 10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder