
Eftir kommunuvalið í november vóru broytingar í teimum seks staðbundnu nevdunum í Tórshavnar kommunu, har trý bygdaumboð eru í hvørjari nevnd. Talan er um tíggju nýggj fólk, ið eru komin í nevndirnar.
Tey vóru, saman við hinum nevndarlimunum, á felagsfundi í Reinsarínum í gjár. Tær seks staðbundnu nevndirnar eru fyri Kaldbak, Kollafjørð, Nólsoy, Hest/Koltur, Kirkjubø/Velbastað og Hvítanes. Tær skulu, sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommununi, tryggja, at øll økini í kommununi fáa lut í menningini og trivnaðinum.
Staðbundnu nevndirnar umrøða nógv viðurskifti í gerandisdegnum - bussleiðina, betri sjóvegis samband, eldraøkið, møguleikan fyri at seta búgv, møguleikan fyri at íðka ítrótt, barnaansing og øll tey mongu økini, sum kommunan varðar av, og tey økini, sum Tórshavnar kommuna kann ávirka, so liviumstøðurnar eri góðar allastaðni.
Heðin Mortensen er formaður í øllum nevndunum, og ein býráðslimur er eisini limur í hvørjari. Tórshavnar kommuna hevur eina skrivstovu, sum samskipar alt arbeiðið hjá staðbundnu nevndunum og økisnevndini. Gunnar Djurhuus er økissamskipari, og Nanly Guðmundsson situr sum skrivari á skrivstovuni, sum samskipar alt arbeiðið hjá staðbundnu nevndunum og økisnevndini.
Her ber til at síggja yvirlit yvir staðbundnu nevndirnar
Á fundinum í gjár hoyrdu nevndarlimirnir um uppgávur og leiklutin hjá staðbundnu nevndunum. Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at Gunnar Djurhuus millum annað greiddi frá um hoyringar hjá staðbundnu nevndunum. Oyggjadagurin 2021 varð eisini umrøddur. Oyggjadagurin er vanliga, tá ið mai mánaður fer at halla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald