2021-03-18 11:40

Í gjár vórðu 172 fólk koppsett á Suðuroyar sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum. 137 fólk fingu fyrra prikið og 35 fólk fingu seinna prikið.
Nú eru tilsamans 9.342 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 5.309 hava fingið fyrru koppseting og 4.033 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og eru harvið liðugt koppsett, boða heilsumyndugleikarnir frá.
Koppsett verður aftur í morgin, fríggjadagin, og so verður ein stuttur steðgur, til nýggj sending við koppingarevni kemur til landið. Tað verður eftir ætlan mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald