
Vit skulu aftur til byrjanina av desember fyri at finna ein dag, tá tað vóru tíggju fólk við covid-19 í Føroyum.
Nýggjastu tølini frá heilsumyndugleikunum vísa, at ein tilburður varð staðfestur í gjár, meðan fýra vórðu staðfest frísk aftur.
Almennu tølini vísa, at 19 fólk hava covid-19 í løtuni, men harav eru níggju kekkiskir hondbóltsspælarar, sum við komu til Føroya vórðu staðfestir positivir. Teir fóru av landinum dagin eftir.
Í løtuni eru 66 fólk í sóttarhaldi, og ein persónur er innlagdur á sjúkrahúsinum í sambandi við covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald