Uttanlands

Tíggju sviar deyðir í iransku flogvanlukkuni

Ferðafólk úr sjey ymsum londum vóru við í flogfarinum – øll doyðu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-01-08 14:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tíggju svenskir ríkisborgarar eru millum tey 176 deyðu í flogvanlukkuni í morgun, tá eitt ukreinskt Boeing-flogfar datt niður í Iran.

Tað upplýsir ukreinska uttanríkisráðið á Twitter.

Øll umborð á flogfarinum doyðu. Talan er um 82 iranar, 63 kanadiafólk, 11 ukreinar, tíggju sviar, fýra afghanarar, trýggir týskarar og tríggir bretar, upplýsir ukreinski uttanríkisráðharrin, Vadym Prystaiko sambært Ritzau.

Ukraine International Airlines átti Boeing-flogfarið. Flogfelagið váttar, at tey deyðu eru 167 ferðafólk og manningin, sum taldi níggju.

Les eisini: 176 fólklatið lív í flogvanlukku í Iran 

Sambært svenskum miðlum hevur svenska uttanríkisráðið ikki fingið váttað hussu nógvir og hvørjir svenskir ríkisborgarar vóru í flogfarinum, sum datt niður stutt eftir fráferð úr Teheran við kós móti Kiev í Ukreina. Men uttanríkisráðið hevur váttað, at fleiri sviar vóru umborð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder