Allar koronakanningarnar, sum vórðu gjørdar leygardagin og sunnudagin eru nú greinaðar, og talan er um fleiri tilburðir afturat.
Millum kanningarnar, sum vórðu gjørdar leygardagin, vóru 7 tilburðir staðfestir. Millum tær 2269 kanningarnar, sum vórðu gjørdar sunnudagin, eru nú í alt 10 tilburðir staðfestir.
Millum tær kanningar, sum vórðu gjørdar í gjár, er longu ein tilburður staðfestur. Enn hevur Landslæknin ikki endaliga yvirlitið yvir, hvussu nógvar kanningar vórðu gjørdar í gjár, men talið av kanningum liggur í øllum førum omanfyri 1000.
Sostatt eru 99 persónar staðfestir smittaðir í løtuni.
Heitt verður á tey kannaðu um at vísa serligt varsemi, til endaliga kanningarúrslitið er tøkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald